placeholder
Innanlands

Smyril avlýsir túrar fríggjadag

Túrarnir av Havnini klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 16 verða ikki sigldir. Orsøkin er brákomið viðlíkahaldsarbeiði

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-29 23:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brákomið viðlíkahaldsarbeiði á Smyrli hevur við sær, at Strandferðslan avlýsir tveir túrar í morgin fríggjadagin.

Tað eru túrarnir av Havnini klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 16, sum ikki verða sigldir.

Smyril kom annars aftur úr Danmark mánadagin, og varð settur í sigling beinanvegin. Strandfaraskipið hevur verið í dokk, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiði er gjørt. 

Sostatt siglir Smyril einans tríggjar túrar fríggjadag. Av Krambatanga klokkan 7 og so aftur um kvøldið. Av Havnini klokkan 18:30, og av Krambatanga klokkan 21.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder