Innanlands

Smyril avlýsir túrar í morgin

Túrarnir av Krambatanga kl. 11:30 og av Havnini kl. 16 verða ikki sigldir

2024-10-06 17:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri veður verða túrarnir av Krambatanga klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 16 ikki sigldir.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 6:00 og klokkan 18:45 og av Havnini klokkan 8:45 og klokkan 21:15.

Strandferðslan sigur, at siglt verður vestanfyri og tí kann roknast við seinkingum á leið 7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder