2025-02-03 07:30
Veðrið ávirkar siglingina hjá Smyrli í dag.
Strandferðslan boðar frá, at siglt verður av Krambatanga klokkan seks og klokkan 18.45, og av Havnini klokkan 16 og 21.15.
Hetta merkir, at túrarnir klokkan 8.45 av Havnini og klokkan 11.30 av Krambatanga ikki verða sigldir.
Eisini boðar Strandferðslan frá, at fyribils eingin koyring er á bygdaleiðunum 701, 601 og 600. Nærri kunning um hesar leiðir verður tøk um middagsleitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald