
Smyril avloysir tveir teir síðstu túrarnar í kvøld. Orsøkin er nógvur vindur og trongar umstøður, boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.
Í stuttari fráboðan skrivar Strandferðslan soleiðis:
– Vegna trongar umstøður í Tórshavnar Havn og nógvan vind verða fráferðirnar úr Suðuroynni kl. 18:45 og av Havnini kl. 21:15 ikki sigldar í kvøld, mánakvøld 15. november.
Strandferðslan skrivar annars, nú boðað verður frá nógvum vindi komandi dagarnar, at roknast kann við broytingum í ferðsluni í dag og í morgin. Hetta er galdandi fyri bæði bygdaleiðir og oyggjaleiðir.
Møguligar broytingar verða lýstar á heimasíðuni ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald