2025-03-02 12:54

Veðrið ávirkar siglingina á suðuroyarleiðini fyrrapartin í morgin.
Strandferðslan boðar frá, at túrarnir av Krambatanga klokkan seks og av Havnini klokkan 8.45 í morgin eru avlýstir.
Fyrsta fráferð hjá Smyrli í morgin verður sostatt klokkan 11.30, og um viðrar verður siglt sambært ferðaætlanini tað, ið eftir er av degnum.
– Øll, sum hava bílagt ferðaseðil til avlýstu túrarnar, fáa peningin endurgoldnan. Vit mæla ferðandi, sum hava bílagt pláss á avlýstu túrunum, til at bíleggja sær pláss á einum av teimum seinnu túrunum á degnum, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald