Smyril gjørdist nakað seinakaður á túrinum suður nú seinnapartin. Hann fór av Havnini klokkan 13.00, og skuldi leggja at á Krambatanga klokkan 15.00, men ikki so langt áðrenn skipið skuldi koma inn á Trongisvágsfjørð slóu báðir bakborðsmotararnir út.
Hetta upplýsir rakstrarleiðarin á Stranfaraskip Landsins, Jóhan Petur Abrahamsen fyri Portalinum.
Tað varð bíðað eftir, at hesir báðir - høvðusmotararnir - komu inn aftur, so at skipið hevði tríggjar motorar. Hetta kom í rættlag fyri løtu síðani, og Smyrlil kann leggja at í øllum góðum, eftir at hava ligið so nakað eystanfyri Froðbiarnípu í eina løtu - áleið ein hálvan tíma.
Sambært ferðafólkum umborð var kunningin góð, starvsfólkini bjóðaðu ís og alt gekk væl.
Jóan Petur Abrahamsen sigur, at nú er bíðustøða: Kannast skal júst hvat hendi, áðrenn Smyril kann sigla til Havnar aftur. Sambært ferðaætlanini eigur tað at verða nú klokkan 16.
Innanlands
Smyril er á veg inn eftir maskinbrek
Rakstrarleiðarin upplýsir, at trupulleikar vóru við høvuðsmotorunum, so at skipið lá stillt í áleið hálvan tíma. Smyrli leggur at á Krambatanga hvørja løtu
Mynd: Ólavur Frederiksen
2019-08-27 15:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald