2022-08-25 23:33
Mánamorgunin kom Smyril í dokkina á Fayard í Munkebo á Fjóni.
Skipið sigldi sín seinasta túr um Suðuroyarfjørð í nakrar vikur fríggjakvøldið, og síðani varð kósin sett móti Danmark.
Umframt fólk frá donsku skipasmiðjuni, so eru eisini fólk frá m.a. Mest við Smyrli í Danmarkar, skrivar Suðurrás.
Ætlanin er at Smyril kemur aftur í sigling 3. oktober. Til tá røkir avloysaraskipið Herjólfur III Suðuroyarleiðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald