2019-10-10 16:08
Fyrst í mánaðinum boðaði Strandferðslan frá, at Smyril, sum hevur verið í dokk í Danmark síðan 20. september, skuldi verða klárt at sigla heim leygardagin 12. oktober.
Men arbeiðið uppá Smyril hevur gingið betur enn væntað, sigur Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni, og vænta tey tí, at Smyril kann fara í sigling aftur fyrr enn ætlað.
- Sum nú er hava vit onga endaliga støðu tikið til, nær Smyril byrjar at sigla aftur, sigur Heri Norðberg.
Upprunaliga var ætlanin, at Smyril skuldi byrja at sigla aftur 12. oktober, men hetta bleiv seinni broytt til 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald