Innanlands

Smyril í sigling aftur sunnumorgunin

Gongst sum ætlað, verður fyrsta fráferðin hjá Smyrli av Krambatanga kl. 8.30 í morgin, upplýsir Strandferðslan

Smyril (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Smyril (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2019-10-12 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gongst sum ætlað, byrjar Smyril aftur í rutusigling á leið 7, sunnudagin 13. oktober.

Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Fyrsta fráferð verður sambært ferðaætlan fyri Smyril á leið 7 klokkan 8.30 av Krambatanga, og síðani verður siglt sambært galdandi ferðaætlan.

Hósdagin upplýsti Strandferðslan, at Smyril, sum hevði verið í dokk í Danmark síðan 20. september, var á veg heim.

Upprunaliga ætlanin var, at Smyril fyrst skuldi byrja at sigla heim í dag, og at Smyril skuldi byrja aftur í rutusigling 16. oktober, men arbeiðið uppá Smyril hevur gingið betri enn væntað, og tí varð ætlanin framskundað, upplýsti Stranferðslan fyri Portalinum hósdagin.

Meðan Smyril hevur verið í dokk hevur Prince røkt Suðuroyarleiðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder