Innanlands

Smyril liggur enn á Krambatanga

Eftir ætlan skuldi skipið fara ímóti Havnini klokkan 16 - meira frættist klokkan 18, upplýsir Strandferðslan

2019-08-27 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á túrinum suður úr Havn seinnapartin, fekk Smyril trupulleikar  við bakborðsmotorunum. Hann lá nakað eystanfyri Froðbiarnípu í stóran hálvan tíma, áðrenn allir tríggir motararnir koyrdu aftur, og umleið klokkan 16.00 legði Smyril at á Krambatanga. 

Les meira: Smyril á veg inn maskinbrek

Hetta var ein tíma seinni, enn hvat ferðaætlanin segði, og klokkan 16.00 skuldi Smyril eftir ætlan fara norðeftir aftur. Men sambært Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara hjá Strandfaraskip Landsins, var bíðustøða, har kannast skuldi júst hvat var hent.

Hetta arbeiði er sum skilst ikki liðugt enn, tí sambært vakttelefonini umborð á Smyrli liggur skipið enn, og nýggj støða verður tikin klokkan 18. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder