Innanlands

Smyril Line broytir rutunetið og ger eina nýggja rutu beinleiðis til og úr Rotterdam í Hollandi

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa

(Mynd: Smyril Line)

(Mynd: Smyril Line)

2021-11-02 10:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farmaskipið M/V Akranes fer nú at sigla eina nýggja leið millum Thorlakshöfn í Íslandi, Tórshavn og Rotterdam í Hollandi.

Akranes fer at sigla úr Íslandi mikukvøld, úr Føroyum hóskvøld og síðani gongur leiðin beinleiðis til Rotterdam. Komið verður til Rotterdam leygardag seinnapart, og fráferð verður úr Rotterdam leygarkvøld beinleiðis aftur til Íslands við komu mikumorgun.

Nýggja farleiðin við Akranes hevur við sær, at íslendskir og føroyskir útflytarar fáa nýggjar útflutningsmøguleikar við fráferðum mikukvøld úr Íslandi og hóskvøld úr Tórshavn beinleiðis til Evropa. Leiðin gevur eisini hópin av atkomumøguleikum til marknaðir nær og fjar.

Farleiðin við Akranes letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá íslendskum innflytarum, hesir fáa nú eina miðviku levering úr Evropa til Reykjavíkar økið.

Ætlanin er, at fyrsta fráferðin við Akranes verður úr Rotterdam 20. november 2021.

M/V Akranes, var smíðað í 1998, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138 metrar langt og 23 metrar breitt. Smyril Line keypti skipið í desember 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder