Smyril Line er Ársins Virki 2026. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.
Fyri nøkrum árum síðani legði Smyril Line eina greiða langtíðarætlan fyri virksemið. Síðani eru fortreytirnar broyttar fleiri ferðir, men fyritøkan hevur hildið fast í ætlanini og brúkt góðu úrslitini til at endurnýggja og menna virksemið.
Skipanes ein av nýggjastu íløgunum hjá Smyril Line (Mynd: Smyril Line)
Og úrslitini av hesum síggjast nú.
Norröna er dagførd munandi, og íløga er gjørd í tvey nýggj 190 metra long og grønari farmaskip, sum skulu styrkja flotan. Hotellvirksemið er eisini munandi styrkt. Harumframt eru stórar íløgur gjørdar í nýggjar og betri terminal- og pakkhúsloysnir, virksemið í Íslandi er vaksið, og fleiri nýggjar matstovur eru komnar afturat.
![]()
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, fær handað heiðurin frá Jón Sigurðsson, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Til vinstru, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum (Mynd: Vinnuhúsið)
Talan er sostatt ikki um einstakar tillagingar, men um eina breiða endurnýgging av fyritøkuni. Samstundis hevur grundraksturin verið góður, og Smyril Line hevur havt góð fíggjarlig úrslit fleiri ár á rað.
Júst hetta, at fyritøkan hevur megnað at skapa góð úrslit í dag og samstundis gjørt stórar íløgur, sum skulu styrkja felagið fleiri ár fram, hevur vigað tungt hjá dómsnevndini.
Í dag arbeiða nærum 600 starvsfólk hjá Smyril Line, heima og úti, og virksemið røkkur langt út um Føroyar. Men hóast fyritøkan er vaksin og broytt nógv, er útgangsstøðið framvegis tað sama.
Ein samd dómsnevnd hevur tí valt Smyril Line sum Ársins Virki 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald