Innanlands

Smyril loysir hálvgum tíggju

Brek var á kølivatnsskipanini í morgun, men nú boðar Strandferðslan frá, at siglt verður av Krambatanga kl. 9:30

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-22 08:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 9:30. Hesum boðar Strandferðslan frá.

Vegna brek á kølivatnsskipanin loysti Smyril ikki í morgun klokkan 6, og síðan hevur verið arbeitt við at rætta brekið.

Nú brekið loyst, men tað merkir at fráferðin av Havnini kl. 8:45 og av Krambatanga kl. 11:30 ikki verður sigld. Ferðafólk á fráferðini av krambatanga kl. 11:30 vera biðin um at nýta túrin kl. 9:30 um møguligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder