
Seinastu tíðina hava nógvar og áhaldandi seinkingar verið á fráferðum hjá Smyril – bæði av Krambatanga og úr Tórshavn.
Soleiðis byrjar skriv á ssl.fo, har Strendferðslan biður ferðafólk og kundar halda teimum til góðar og greiður frá, at tað er serliga er stóra nøgdin av farmaflutningi, ið ávirkar.
- Høvuðsorsøkin til hesar seinkingar hevur fyrst og fremst verið stóri tørvurin á farmaflutningi á leiðini, ið væntandi eisini heldur fram komandi tíðina. Eisini kann væntast, at veðrið hesa ársins tíð, kemur at hava sína ávirkan onkrar dagar.
Hetta er nakað, sum framhaldandi fer at ávirkan, hóast starvsfólkini royna tað, sum tey kunnu. Stórur eftirspurningurin er á flutningi á Suðuroyarleiðini, og í verandi støðu slepst ikki undan seinkingum á ávísum túrum - serliga mánadag, mikudag og hósdag - boðar Strandferðslan frá.
Sí eisini: (Lesarin) Eyka skip til Suðuroyarleiðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald