Innanlands

Smyril: Seinkingar kunnu koma fyri í dag

Hetta er orsakað av veðrinum

2022-04-07 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógvum støðum hevur kavi darvað ferðsluni - bæði í gjár og í dag.

Tað er eisini nógvur vindur í pørtum av landinum í dag, og hetta er nakað, ið partvíst kann órógva siglingina um Suðuroyarfjørð.

Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at fyri veður kann roknast við seinkingum á leið 7 í dag, hósdagin 7. apríl.

Smyril fór av Krambatanga beint fyri døgurða, og stendur til at sigla av Havnini aftur klokkan 14.15.

Sí ferðaætlan her

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder