Smyril: Seinkingar kunnu væntast

Hetta er vegna viðlíkahald av einum motori umborð, og er tað galdandi fyri í dag, í morgin, umframt hósdagin 24. august.

Strandferðslan boðar frá, at seinkingar hjá Smyrli eru væntandi hesar dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

Strandferðslan boðar frá, at seinkingar hjá Smyrli eru væntandi hesar dagarnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-22 14:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smyril er í vanligari sigling, men í hesari vikuni er mest sannlíkt, at ein motorur hevur við sær ávísar seinkingar. 

- Vegna viðlíkahald av einum motori umborð á Smyrli, kunnu væntast seinkingar á leið 7 týsdag 22. august, mikudag 23. august og hósdag 24. august.

Hetta skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.

Smyril hevur tveir túrar eftir í dag og seks túrar bæði í morgin og hósdagin. 

Ferðaætlanin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder