Innanlands

Smyril: Seinkingar kunnu væntast

Hetta er í øllum førum galdandi fyri mánadagin, 26. februar. Tað er vegna trupulleikar við einum deili á einum av høvuðsmotorunum

Væntandi verður deilurin til høvuðsmotorin í Føroyum týsdagin 27. februar (Mynd: Sverri Egholm)

Væntandi verður deilurin til høvuðsmotorin í Føroyum týsdagin 27. februar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-25 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vegna trupulleikar við einum deili á høvuðsmotori fýra á Smyrli, kunnu væntast seinkingar á leið 7, til deilurin er skiftur.

Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í kvøld.

Smyril eigur at sigla seks túrar í morgin, og sum skilst verður eingin túrur tikin burtur. Tað fór tó at taka longri tíð at sigla teinin um Suðuroyarfjørð, tá trupulleikar eru við einum av høvuðsmoturunum.

Tað er ikki heilt víst, nær Smyril kann sigla við fullari megi aftur. Men tað er væntandi, at umrøddi deilurin kemur til Føroyar týsdagin 27. februar.

Sí ferðaætlanina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder