Innanlands

Smyril siglir als ikki í dag

Tað var møguligt, at siglingin um Suðuroyarfjørð fór at verða tikin upp klokkan 16, men allir túrarnir í dag eru avlýstir. Eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlanini hósdagin 1. februar

Ætlaðu túrarnir av Havnini klokkan 16 og 21.15, umframt túrurin av Krambatanga klokkan 18.45, fella burtur (Mynd: Bjartur Vest)

Ætlaðu túrarnir av Havnini klokkan 16 og 21.15, umframt túrurin av Krambatanga klokkan 18.45, fella burtur (Mynd: Bjartur Vest)

2024-01-31 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ringa veðrið hevur havt sína ávirkan á samferðsluna síðani í gjár. Smyril hevur ikki siglt síðani fyrrapartin í gjár, og siglir íhvussu er ikki aftur fyrrenn í morginárini.

Seinnapartin í gjár boðaði Strandferðslan frá, at Smyril ikki fór at sigla fyrstu ætlaðu túrarnar í morgun vegna veður. Tó varð latið upp fyri møguleikanum, at sigling møguleika fór at vera seinni uppá dagin, um veðrið batnaði.

Boð skuldu koma stutt eftir døgurða, og fyri løtu síðani skrivaði ssl.fo, at fyri veður verður ongin sigling á leið 7 í dag, mikudagin 31. januar.

Harvið fella ætlaðu túrarnir av Havnini klokkan 16 og 21.15, umframt túrurin av Krambatanga klokkan 18.45, burtur.

Strandferðslan boðar eisini frá, at eftir ætlan verður siglt sambært ferðaætlanini í morgin, hósdagin 1. februar. Fyrsti túrur er av Tvøroyri klokkan 06.

Sí ferðaætlanina her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder