2026-10-27 11:21
Boðað verður frá nógvum vindi seinni í dag, og hetta ávirkar samferðsluna.
Avlýsingar eru á á leiðini millum Sandoynna og Skúgvoy og millum Gamlarætt og Hest í dag, og so er tað Suðuroyarleiðin:
- Fyri veður eru hesir túrar avlýstir á leið 7 týsdagin, 27. oktober: Av Krambatanga kl. 16.00 og av Havnini kl. 19.00
Soleiðis skrivaði Strandferðslan á heimasíðu sínari í gjár, mánadagin.
Harvið siglir Smyril bert tveir túrar hendan týsdagin. Farið varð av Tvøroyri í morgun, og Smyril siglir aftur av Havnini klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald