2019-10-10 23:32
Strandferðslan skrivar nú á heimasíðuni, at Smyril siglir heim, og at alt hevur gingið væl við dokkingini av skipinum.
Sambært stovninum hava tíðar- og kostnaðarætlan hildið.
Fyrr í mánaðinum boðaði Strandferðslan annars frá, at Smyril skuldi byrja at sigla til Føroya leygardagin, men arbeiðið hevur gingið betri enn væntað og tí væntast Smyril í Føroyum fyrr enn áður nevnt, upplýsti Heri Norðberg, trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni fyri Portalinum fyrr í dag.
(Mynd: Sverri Egholm)
Ferjan Prince hevur røkt Suðuroyarleiðini í meðan Smyril hevur verið í dokk í Odense.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald