Innanlands

Smyril siglir heldur ikki í morgun

Smyril, sum í gjár avlýsti seinastu túrarnar orsakað av tekniskum trupulleikum, fer ikki í sigling aftur fyrr enn klokkan 11.30, sigur Strandferðslan

Smyril (Mynd: Sverri Egholm)

Smyril (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-14 07:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið boðaði Strandferðslan frá, at seinastu túrarnar hjá Smyrli í gjárkvøldið ikki vórðu sigldir, tí Smyril hevði fingið tekniskt brek.

Eftir ætlan skuldi Smyril sigla aftur av Krambatanga klokkan seks í morgun, men so varð ikki.

Orsakað av teknisku trupulleikunum, verður fyrsti túrur ikki sigldur fyrr enn klokkan 11.30, og so verður siglt sambært ferðaætlanini restina av degnum, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder