
Tá strandfaraskipið Smyril skuldi fara av Krambatanga í kvøld, fekk skipið teknisk brek, og ferðafólkini sum vórðu komin umborð, máttu tí í land aftur.
Smyril verður liggjandi á Krambatanga til í morgin árini, og tí eru báðir túrarnir í kvøld, av Krambatanga klokkan 17:30 og úr Havn klokkan, avlýstir, sigur Strandferðslan.
Tað hevur ikki gingið væl hjá Strandferðsluni hesa vikuna, sum annars byrjaði so væl við at Erla Kongsdóttir varð doypt, og sett í sigling um Nólsoyarfjørð. Fríggjadagin smildraðust tveir rútar umborð, og Hasfjord varð settur í sigling. Men í gjár fekk Hasfjord eisini teknisk brek, og mátti takast út sigling í nakrar tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald