
- Siglt verður av Krambatanga klokkan seks (6.00) og klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 8:45 og klokkan 14:30. Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin. Eftir ætlan verður siglt smbr. ferðaætlan hósdag 6. mars.
Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari.
Vanligi túrurin hjá Smyrli av Havnini klokkan 14.30 er framskundaður ein og ein hálvan tíma, so at tveir túrar verða sigldir aftur og fram í dag.
Veðurforsøgnin sigur heilt nógvan vind seinnapartin, og tað merkir, at eingir túrar verða á suðuroyarleiðini í kvøld.
Fyri veður kann roknast við fleiri avlýsingum á oyggja- og bygdaleiðum mikudagin 5. mars. Strandferðslan hevur longu gjørt greitt, at fyri verður verða síðstu túrarnir á nøkrum ymiskum leiðum tíðliga seinnapartin.
Dømi er Leið 400, har síðsta fráferð úr er klokkan 13:05 og úr Havnini klokkan 13:50.
Fult yvirlit sæst á ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald