Ferðafólkatalið hjá Smyrli er frá í dag farið munandi niður.
Talan er tó um fyribils støðu, í sambandi við at MES-støðirnar á Smyrli verða dagførdar.
Strandferðslan skrivar, at hetta er galdandi fyri tíðarskeiðið 8. til 23. september: Tað vil siga frá í dag og 15 dagar fram.
Loyvda ferðafólkatalið hjá skipinum, sum skal um Suðuroyarfjørð, er í løtuni 500 fólk.
Arbeiðið hevur tó ikki ávirkan á sjálva ferðaætlanina. Sum nú er, er tað bert týsdagin 16. september og týsdagin 23. september, at túrar verða avlýstir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald