Innanlands

Smyril siglir við trimum motorum – Møguleiki fyri avlýsingum á Suðuroyarleiðini

Tá Smyril leggur at í Havnini kl. 14 verður mett um, hvussu umvælingararbeiðið skal fara fram, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-26 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tekniskt brek er á tí eina motorinum hjá Smyrli. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni.

Møguleiki er sostatt fyri avloysingum á Suðuroyarleiðini í dag.

Fráboðanin frá Strandferðsluni er soljóðandi:

– Í løtuni siglur Smyril við trimum motorum, tí tekniskt brek er á tí eina motorinum. Tá Smyril leggur at í Havnini um 14 – tíðina verður mett um, og støða tikin til, hvussu umvælingararbeiðið skal fara fram. Sostatt er møguleiki fyri avlýsingum á leið 7 í dag, mikudag 26. januar.

– Um ferðafólk eru, ið skulu náa flogfar í morgin tíðliga, verða tey biðin um at seta seg í smb. við okkum á tlf. 343030. Nærri kunning verður løgd út skjótast gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder