2021-12-13 10:32
Smyril fekk fyrr í morgum tekniskar trupulleikar við einum av teimum fýra høvuðsmotorunum, tá ið skipið var á veg til Havnar, og tí hava seinkingar verið á Suðuroyarleiðini í morgun.
Strandferðslan skrivar, at umvælingin av trupulleikanum fer at taka millum átta og 12 tímar, og tí verður ferðaætlanin broytt í dag.
Siglt verður soleiðis restina av degnum.
- Av Havnini kl. 11:00
- Úr Suðuroy kl. 14:00
- Av Havnini kl. 17:00
Síðani verður ikki siglt meir fyri dagin.
Strandferðslan skrivar eisini, at vegna vána veðurforsøgn í dag og í morgin, kunnu broytingar og/ella avlýsingar væntast á øllum leiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald