Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 ferðaust 164.580 fólk við Smyrli. Samanlagt vórðu 67.304 akfør flutt við Smyrli um Suðuroyarfjørð í sama tíðarskeiði.
Hetta skrivar Suðuroyarportalurin í dag.
Tøl eru frá í fjør at samanbera við. Frá januar til og við juli í fjør vóru 157.660 - tað eru 6.920 fólk færri - við Smyrli. Í prosentum er hetta 4,4 prosent færri enn í ár.
Ikki óvæntað er talið av akførum eisini størri higartil í 2024.
- Talið av akførum við Smyrli var fyrstu sjey mánaðirnar í ár 5.153 hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Talan er um ein vøkstur á 8,3 prosent. Fyrstu sjey mánaðirnar í 2023 vórðu 62.151 flutt um Suðuroyarfjørð við Smyrli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald