Mentan

Snaraðu hjólinum seks ferðir

Eingin stórur vinningur hóast nógvar møguleikar. Orsakað av tekniskum trupulleikum farna fríggjakvøld, vóru tveir persónar við fullari plátu sum ringdu inn og snaraðu hjólinum

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2020-06-19 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein søguligur Gekkur í kvøld. Hann bæði byrjaði og endaði við at gekkahjólið varð snarað.

Erla Nielsen í Norðragøta legði fyri, tí at tekniskur feilur var í Gekkinum seinasta fríggjakvøld. Somu tøl komu á skermin fleiri ferð, og verturin noyddist at steðga spælinum.

Erla Nielsen fekk fulla plátu, og mátti tí snara gekkahjólinum í kvøld. Hetta var so gjørt, og hon var heldur ikki langt frá at fara avstað við 700.000 krónunum, sum hon hevði koyrt í hvønn leyp.

Bara tveir seymir var hon frá í síðsta snari, og mátti taka til takkar við 12.500 krónu.

Ein seym framvið

Síðani var regluliga spælið á skránni, og Anna Højgaard ringdi inn við fullari plátu úr Streymnesi, har hon á Mørkini spældi gekk saman við 98 ára gomlu mammu síni.

Hon royndi tríggjar ferðir, og í triðja snari var hon bara ein seym frá gula leypinum, sum hevði givið henni 700.00 skattafríar krónur. Hon vann í kvøld tí 12.500 krónur.

Gekkurin næsta fríggjakvøld verður 2,2 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder