
Í dag fingu níggju nýggir sveinar prógv á Glasi, úrtslitin vóru sera góð. Talan er um tríggjar bygningssnikkarar og seks húsasmiðir.
Bygningssnikkarar:
Ásla Lindbertha Sørensen, Klaksvík, staðið í læru hjá Pf. Havnar Træsmiðju, Fróði Klein, Salttangará, staðið í læru hjá Snikkaravirkinum v/J. Joensen, Saltangará, og Petra Mohr Mølgaard, Sørvágur, staðið í læru hjá Vága Træsmiðju, Sandavágur (ikki við á myndini)
Húsasmiðir:
Djóni Sofus Nielsen, Tórshavn, staðið í læru hjá Spf. Byggivitan, Tórshavn, Gunnar Jákup Joensen, Kvívík, staðið í læru hjá Spf. Muller, Kvívík, Høgni Sólsker, Eiði, staðið í læru hjá Spf. Byggivirkinum KBH, Toftir, Jákup Trygvason, Kollafjørður, staðið í læru hjá Spf. Bulur, Signabøur, Jóhan Vang, Tórshavn, staðið í læru hjá Spf. Eysturlon, Tórshavn, og Rói Fornagarð, Hvalba, staðið í læru hjá Spf. CS-Hús, Trongisvágur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald