2020-02-06 20:18

Tá strandfaraskipið Teistin á Gomlurætt leygardagin skuldi taka bilarnar umborð gekk ikki akkurát sum ætlað.
Fleiri stórir bilar skuldu við hendan túrin, og feilur var í bíllegingarskipanini, og pláss var tí ikki fyri øllum bilinum. Men manningin var kreativ, og tað varð handlað skjótt.
Tað skrivar heimasíðan sa2.fo, sum dagliga skrivar um leyst og fast í Sandoynni.
Ein av stóru bilunum var útgjørdur at flyta bilar og maskinur, so teir gjørdu ikki mætari enn at bara seta ein vørubil á vognin, og harvið sluppu allir bilarnir yvirum fjørðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald