
Undir Tangafirði var stórt hátíðarhald fyrrapartin, og fyri lítlari løtu síðani skar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, snóararnar, og Eysturoyartunnilin er sostatt tikin í nýtslu.
Snórarnir vóru tríggir í tali, ein fyri hvønn tunnilsmunna.
Almenna ferðslan sleppur ígjøgnum um eina løtu.
Tað er ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin restina av árinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald