Skotski stjórnarflokkurin, SNP, yvirlivdi atkvøðugreiðsluna í tjóðartinginum um misálit í dag.
Atkvøðugreiðslan varð hildin tveir dagar eftir, at fyrstiráðharrin og floksleiðarin, Humza Yousaf, boðaði frá, at hann leggur frá sær.
Uppskotið um misálit fall við 70 atkvøðum ímóti og 58 fyri, skrivar Ritzau.
Um tað hevði verið samtykt, hevði stjórnin verið noydd til at lagt frá sær, og helst hevði nýval verið útskrivað.
Men skotski fullveldisflokkurin, Scottish National Party, er komin í eina álvarsliga kreppu. Og arbeiðaraflokkurin, Labour, hevur nú fingið nýggjar vónir um at kunna vinna komandi tjóðartingsval.
Meðan samstarvið enn gekk væl. Yousaf her saman við leiðarunum í Scottish Green, Patrick Harvie og Lorna Slater (Mynd: BBC)
Ritzau skrivar, at sambært nýggjastu veljarakanningunum, liggur Labour á sama støði sum SNP fyri fyrstu ferð í tíggju ár.
Humza Yousaf, sum er muslimur við pakistanskum uppruna, gjørdist leiðari fyri SNP og tók samstundis yvir sum fyrstiráðharri, tá Nicola Sturgeon legði frá sær.
Yousaf valdi mánadagin at leggja frá sær eftir at samstarvið millum SNP og flokkin Scottish Greens strandaði orsaka av ósemju um veðurlagspolitikkin.
SNP hevur 63 av teimum 129 sessunum í skotska tjóðartinginum, Holyrood.
Yousaf vónaði, at samstarvið við grøna flokkin kundi halda fram á einum meira óformellum støði, men har var ikki álit millum flokkarnar longur. Hóast SNP yvirlivdi atkvøðugreiðsluna um misálit í dag, er framvegis ógreitt hvussu verður við skotsku stjórnini, sum nú missir meirilutan um tey grønu taka seg úr stjórnarsamstarvinum.
- Eg havi staðfest, at viðurskiftini tvørtur um floksmark einans kunnu bøtast við einum øðrum á odda, segði Yousaf mánadagin, tá hann boðaði frá síni avgerð.
Tað var Labour-flokkurin, sum legði fram uppskotið um misálit í vónini um, at stjórnin fór at leggja frá sær.
Hóast grøni flokkurin hevur mist álitið á Yousaf, atkvøddi flokkurin saman við SNP móti misálitisuppskotinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald