Innanlands

Snýtt føroyingar á Facebook fyri túsundtals krónur

Ein maður hevur seinastu tíðina selt mat, bátamotorar og følsk fiskiloyvi, men fólk hava ikki fingið tað tey hildu seg keypa. Løgreglan veit hvør maðurin er, men viðkomandi er rýmdur til Danmarkar

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2024-01-26 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tíðina hevur ein maður selt ymsar vørur á Facebook uttan at fólk hava fingið tað, tey hava keypt. Eitt nú mat, bátamotorar, følsk fiskiloyvi og annað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun sigur, at tey hava illgruna til ein persón, men hann er fluttur til Danmarkar.

Um hann nú er givin at selja, er óvist, men løgreglan veit hvør hann er, og myndugleikararnir í Danmark hava fingið boð um at finna mannin.

Talan er um nakrar túsund krónur í fleiri førum, men vaktleiðarin dugir í morgun ikki at siga hvussu nógvar pengar, maðurin hevur snýtt fyri tilsamans. Nógv hava nevniliga goldið fyri eina vøru, men hava slett ikki fingið vøruna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder