Uttanlands

So at siga ongir útlendingar eftir í Kabul

Amerikanski herurin hevur gjørt ring rundan um flogvøllin

Bretska verjan hevur sent stór hernaðarflogfør og herfólk til afghanska høvuðsstaðin (Mynd: EPA)

Bretska verjan hevur sent stór hernaðarflogfør og herfólk til afghanska høvuðsstaðin (Mynd: EPA)

2021-08-16 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey flestu vesturlendsku sendifólkini eru nú rýmd úr afghanska høvuðsstaðnum Kabul.

Tað upplýsti ein amerikanskur embætismaður í nátt fyri Reuters tíðindastovuni. Samstundis hevur amerikanski herurin gjørt ein ring rundan um floghavnina í býnum fyri at verja hana.

Tað verður eisini váttað av Ned Price, talsmanni hjá amerikanska uttanríkisráðnum, skrivaði AFP í nátt.

Hann fortelur, at floghavnin og økið rundanum nú “er tryggjað av amerikanska herinum”.

Øll starvsfólk á sendistovuni hjá USA í Kabul eru nú stødd í floghavnini.

Tyrlur hava síðan sunnudagin flutt sendifólk frá fleiri londum úr býarpartinum har sendistovurnar í Kabul eru og út til floghavnina. Hetta hendi eftir at Taliban rørslan byrjaði at treingja seg inn í høvhðsstaðin sunnumorgunin.

Truplar umstøður at fáa fólk úr landinum
Trine Bramsen, donsk uttanríkisráðkvinna, skrivaði á Twitter í nátt, at tað í gjárkvøldið eydnaðist donsku verjuni at flyta ein bólk av dønum og norðmonnum út úr Afghanistan “undir sera truplum umstøðum”, skrivar Raitzau.

Upplýst varð ikki hvussu nógv fólk, talan var um.

Trine Bramsen upplýsti fyrr í gjár, at donsk hernaðarflogfør vóru í økinum kring Afghanistan sum ein part av ætlanini at flyta fólk burtur.

- Tað eru bert hernaðarflogfør, sum kunnu flúgva og tí er tað av stórum og avgerðandi týdningi, at vit longu í gjár (t.e. leygardagin, -red.) gjørdu av at senda donsk herflogfør til økið, segði Tine Bramsen í gjár.

Hon kundi ikki upplýsa hvussu nógv fløgfør, talan er um, ella hvat slag av flogførum. Tað er eisini óvist, um tað eru ella hava verið hermenn úr Danmark til staðar í Kabul, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder