
Hátíðardámur er norðuri í Ánunum, har eitt ordans seinasta skot varð latið av fyri lítlari løtu síðani.
Harvið er Árnafjarðartunnilin, sum er 1900 metrar langur, nú skotin ígjøgnum. Hann gongur millum Ánirnar og Árnafjørð, og er tann styttri av nýggju tunilunum norður um Fjall.
Tað var Knút Guðjónsson, ið lat fyrsta skotið av. Knút var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, hevði orðið, og Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, flutti fram røðu.
Nýggju tunlarnir norður um Fjall fara samanlagt at kosta 522 milliónir krónur og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald