Uttanlands

So nær er Biden at vinna forsetavalið

Fýra statir eftir at telja - Trump skal vinna allar fyri at tryggja sær afturval

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-05 07:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden, er nú, sambært fyribils úrslitum og forsøgnum so tætt við at gerast komandi forseti USA, sum hann kann vera, skrivar AP tíðindastovan.

Hann hevur nú tryggjað sær 264 valfólk. Fyri at verða valdur, skal hann hava 270. Sambært forsøgnunum hjá AP hevur Donald Trump fingið 214 valfólk.

Tað er tó framvegis ávís óvissa um tey 11 valfólkini til Biden í Arizona, og enn eru tað bara AP og Fox News, sum hava kosið Biden til vinnara her. Fleiri sjónvarpsstøðir hava valt at bíða við at staðfesta hvør hevur funnið statin.

Halda forsøgnirnar hjá AP, so vantar Biden einans at vinna ein ella tveir av statunum, sum eru eftir.

Ein av møguligu statunum er Nevada, ið hevur júst seks valfólk, ið er talið, ið Biden vantar í. Her er ein fjórðingur av atkvøðunum eftir at verða taldur. Tær atkvøður, sum eru taldar fram til í nátt okkara tíð, geva Biden eina tepra leiðslu á eitt prosentstig.

Tilsamans er munurin millum Biden og Trump bert 8.000 atkvøður í Nevada.

Sambært CNN fer Nevada at almanna fleiri úrslit í kvøld okkara tíð.

Harumframt manglar Georgia, sum hevur 16 valfólk. Her mangla atkvøðurnar í stórbýnum Atlanta. Í morgun førdi Trump við 31.000 atkvøðum ella eitt sindur meira enn einum prosentstigi á Biden.

Biden verður mettur at standa sterkt í Atlanta hóast tað er óvist um tað er nóg mikið at vinna leiðsluna hjá Trump. Sambært AP eru 98 prosent av atkvøðunum í Georgia nú taldar.

Úrslitið verður vantandi klárt fyrrapartin.

Harafturat mangla framvegis statirnir Pennsylvania og North Carolina.

Ein sigur í bara einum av hesum fýra statum er, sambært forsøgnunum hjá AP, nóg mikið til at tryggja Biden sigurin á forsetavalinum. Hinvegin skal Donald Trump vinna í øllum fýra fyri at verða afturvaldur.

Biden vann eitt stórt stig á leiðini til forsetasessin, tá tað nakað fyri midnátt gjørdist greitt, sambært forsøgnunum hjá AP, at svingstaturin Michigan við 16 valfólkum var tryggjaður.

Úrslitið í Michigan er ikki alment enn. AP brúkar eina útrokning, ið byggir á upptaldar atkvøður, mátingar á valstøðunum og vitan frá undanfarnum valum. Tá hesar útrokningar vísa, at tað ikki longur er møguligt hjá hinum valevninum at yvirhála, verður vinnarin kunngjørdur.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder