Mentan

So ymisk og tó

Margarinfabrikkin í Havn varpar ljós á børn við ymiskum uppruna

2020-09-18 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi tíðina fer Margarinfabrikkin at varpa ljós á børn við ymiskum uppruna. Børnini hava saman við starvsfólkunum teknað fløggini, sum tey onkursvegna og á ymiskan hátt hava tilknýti til.

Børnini hava tilknýti til alskyns lond.

Summi eru ættleidd til Føroya, summi eru komin higar við teirra foreldrum og summi hava eitt føroyskt foreldur og eitt foreldur, sum er úr einum øðrum landi.

Nú ein dagin taldu starvsfólkini 21 børn, sum á ein og annan hátt hava sín uppruna aðrastaðni.

Annað hvønn fríggjadag fer millummálin at hava íblástur úr onkrum ávísum landi. Í Margarinfabrikkini fara tey at spæla tónleik og hvør veit, kanska dansa og syngja.

Í kvøld leita tey suðureftir, tí í kvøld eru øll grikkar.

Fleiri hava í hesi fyrireikingartíðini funnið útav, at tey koma úr sama landi, og tað hevur verið stuttligt at uppliva.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder