Mentan

Sofaprát og jólasangperlur í Skála kirkju

Sunnukvøldið 7. desember verða jólini sungin inn í Skála kirkju, og eisini fer 98 ár agamla Palma Dal-Kristiansen at hava jólahugleiðingar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-06 14:47 Author image
Tíðindaskriv

Afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður fyri 14. ferð sunnukvøldið 7. desember kl. 18.

Góðir, kendir jólasálmar verða sungnir við fjølbroyttum, lokalum undirspæli afturvið.
Eisini fer 98 ára gamla Palma Dal-Kristiansen, yngst av 13 systkjum, sum er fødd og uppvaksin á Skála, at hava jólahugleiðingar.

Hetta verður skipað sum eitt “sofa-prát” við kirkjuráðsformannin, Asbjørn Mikkelsen.

Løtan endar við drekkamunni og rísalamangi í kirkjukjallaranum.

[object Object]
Palma Dal-Kristiansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald