Mentan

Sofie Gråbøl fekk norðurlendsku málvirðislønina

- Er við sínum leiklutum við til at økja um kunnleikan til hvønn annan í Norðurlondum

2018-12-04 14:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski sjónleikarin Sofie Gråbøl – hon, sum var í Guðrun&Guðrun-troyggju, tá hon spældi Sarah Lund í krimirøðini ’Forbrydelsen’ – fekk í gjár norðurlendsku málvirðislønina, som norska norrøna felagið letur á hvørjum ári.

Sofie Gråbøl fær virðislønina fyri sínar væl spældu leiklutir í fleiri norðurlendskum sjónvarpsrøðum.

- Í mínum starvi at miðla søgur tvørtur um landamørk havi eg ferð eftir ferð lagt til merkis, hvussu nógv vit hava til felags, hóast málini eru ymisk. At vit skilja hvønn annan ger samskiftið av okkara tankum, hugsjónum og áskoðanum nógv lættari, segði Sofie Gråbøl tá honn fekk heiðurslønina.

Dómsnevndin lýsir Sofie Gråbøl sum ”ein at bestu umboðunum fyri eitt ættarlið av sjónleikarum, ið ikki leggur í norðurlendsku landamørkini, tá tey velja sær uppgávur”. Við at bruka egið mál í týðandi sjónvarpsrøðum, hevur Gråbøl verið við til at økja um kunnleikan til hvønn annan í Norðurlondum, heldur dómsnevndin.

Tað var Trine Skei Grande, mentamálaráðharri, sum handaði Sofie Gråbøl norðurlendsku málvirðislønina undir einum hátíðarhaldi í høvuðssætinum hjá Foreningen Norden í Oslo í gjárkvøldið.

Tey, ið higartil hava fingið heiðurslønina eru Fredrik Skavlan (2010), Timbuktu (2011), Ghita Nørby (2012), Vigdís Finnbogadóttir (2013), Jakob Oftebro (2014), Martti Ahtisaari (2015), sjónvarpsrøðin Skam (2016) og IKEA-stovnarin Ingvar Kamprad (2017). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder