Mentan

Sofus Poulsen sýnir fram í Videbæk

Framsýningin hongur uppi til 24. august

2020-08-12 17:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Listamálarin Sofus D. Poulsen hevur fingið heiðurin at vera boðin við til at framsýna á einum av kendu listasavnunum í Jútlandi.

Vestjyllands Kunstpavillion í Videbæk hevur biðið føroyska listamálaran um at vísa fram sínar málningar í døgunum 11. til 24. august.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sofus D. Poulsen sýnir fram í Danmark. Hann hevur verið á sensureraðum framsýningum, eitt nú í ART Herning saman við øðrum føroyingum.

35 verk eru við á hesi framsýningini í Videbæk. Ferniseringin í gjár var væl vitjað.

Vestjyllands Kunstpavillon liggur á Henning Larsens Vej 3 í Videbæk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder