Mentan

Søga Javnaðarfloksins løgd fram í Norðurlandahúsinum

Í sambandi við, at Javnaðarflokkurin nú hevur 100 ár á baki, gevur flokkurin út eitt greinasavn, har 24 høvundar fara aftur um hendingar og persónar, ið hava sett sín dám á søgu floksins.

Rigmor Restorff Dam og Helgi Eidesgaard hava ritstjórnað bókina (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Rigmor Restorff Dam og Helgi Eidesgaard hava ritstjórnað bókina (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2026-11-13 19:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki, og í hesum sambandi gevur flokkurin út eitt greinasavn, har 24 høvundar fara aftur um hendingar og persónar, ið hava sett sín dám á søgu floksins.

– Við greinum, vangamyndum og ríkum myndatilfari verður ein øld av politiskari søgu latin upp. Hetta er søgan um hugsjónir og vald. Um sigrar og ósigrar. Um menniskju, sum vildu broyta samfelagið – og sjálv vórðu broytt av tí, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

Bókin, sum hevur heitið "Reyði tráðurin – Javnaðarflokkurin 100 ár", verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum leygardagin 14. november klokkan 16.

– Í 100 ár hevur Javnaðarflokkurin verið reyði tráðurin í føroyskum politikki. Men reyði tráðurin sigur ikki alla søguna. Hann hjálpir okkum at skilja hana – og at síggja, hvussu hugsjónir, avgerðir og menniskju hava verið við til at mynda føroyska samfelagið.

Teir 24 høvundarnir, sum hava skrivað tær 26 greinarnar í savninum, eru Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Barbara Gaardlykke Apol, Benny Ernstsson Lervig, Bergur Berg, Bergur Djurhuus Hansen, Eyðgunn Samuelsen, Fróði Jacobsen, Gestur Hovgaard, Hans Andrias Sølvará, Hans Jørgensen, Helgi Eidesgaard, Ingibjørg Berg, Ivan Hentze Niclasen, Jens Arni Leo Hammerfoss, Jens Pauli Nolsøe, Jóhann Mortensen, Jóna Ólavsdóttir, Kári Jespersen, Kristianna Winther Poulsen, Páll Nolsøe, Rigmor Restorff Dam, Sjúrður Skaale, Turið Nolsøe og Uni Holm Johannesen.

Ritstjórnað hava søgufrøðingarnir Rigmor Restorff Dam og Helgi Eidesgaard.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder