Mentan

Søgan um byrjanina hjá Smyril-Line út í bók

Sigmar Bláberg, útvarpsmaður, hevur skrivað nýggja bók

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-19 16:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Millumlandasiglingin – nýggj byrjan” eitur nýggj bók, sum royndi útvarps- og sjónvarpsmaðurin, Sigmar Bláberg, hevur skrivað.

Talan er um bók, sum lísir lívssøguna hjá Óla Hammer, skipara og fyrsta stjóran í Smyril-Line. Óli Hammer var, fyrst sum skipari á Smyrli og síðan sum ein av stigtakarunum og fyrsti stjórin í Smyril-Line við til at leggja lunnar undir millumlandasiglingina við ferðafólki av nýggjum, eftir at Tjaldrið hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum.

Bókin tekur saman um tíðarskeiðið frá 1975 til 2005, tá Óli Hammer gavst sum stjóri í Smyril-Line.

Í sambandi við nýggju bókina verður skipað fyri framløgu av bókini á Holtel Hafnia seinnapartin leygardagin. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder