Forlagið „Leirkerið“ hevur júst givið út lívssøguna um D. L. Moody, sum verður roknaður ein av størstu kristnu vekingarmonnunum í heimssøguni.
D. L. Moody var føddur í amerikanska statinum Massachusetts í 1837. Hann andaðist einans 62 ára gamal. Men longu tá hevði hann talað til størri mannfjøldir enn nakar annar prædikumaður.
Hóast hann ikki hevði útbúgving í gudfrøði frá lærdum háskúla, ei heldur ella aðra útbúgving, megnaði Moody at bergtaka áhoyrarar sínar, bæði vaksin og børn, við greiða og litríka bíbilska boðskapi sínum.
Moody gjørdist ein ímynd av einum prædikumanni og fyrimynd fyri prædikumenn eftir hann, í lívi og atferð.
Umframt bók við talum eftir Moody, er ein av kendu bókum hansara „Himmalin“ komin út á føroyskum, sum Victor Danielsen týddi.
Tað er W. R. Moody, sonur Moody, sum hevur skrivað hesa bókina um pápa sín. Svenning av Lofti hevur týtt bókina til føroyskt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald