Uttanlands

Søgulig flogfer úr Ísrael til Abu Dhabi

Fyrstu ferð at ísraelskt flogfar slepp at flúgva gjøgnum saudiarabiskt loftrúm

Jared Kushner heldur røðu eftir komuna til Abu Dhabi (Mynd: EPA)

Jared Kushner heldur røðu eftir komuna til Abu Dhabi (Mynd: EPA)

2020-08-31 17:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta flogfarið hjá einum vanlium handilsligum flogfelag nakrantíð millum Ísrael og Sameindu arabisku Emiratini, UAE, lendi í dag í Abu Dhabi. Talan er um eina søguliga hending í hesum artinum av heiminum.

Flogfarið hjá ísraelska flogfelagnum, El Al, fleyg túrin úr Ísrael til Abu Dhabi upp á tríggjar tímar.

Flogfarið hevði fingið loyvi at flúgva gjøgnum saudiarabisk loftrúm, sum annars er stongt fyri flogfør úr Ísrael. Við flogfarinum var ein ísraelsk og ein amerikansk sendinevnd.

Ísrael og emiratini hava gjørt friðaravtalu, og í sambandi við hetta skuldu sendinevndirnar gera avtalur um onnur viðurskifti millum Ísrael og flógvastatin nú forsetin fyri UAE, Khalifa bin Zayed Al Nahayan, hevur strika stongsulin av Ísrael.

Jared Kushner, versonur Donald Trump forseta og serligur ráðgevi í Hvítu Húsunum, er við á ferðini. Hann segði, tá komið varð til Abu Dhabi, at USA framhaldandi stuðlar Ísrael hernaðarliga, men ynskir eisini at stuðla bondini til UAE, ið er næststørsti búskapurin í arabiska heiminum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder