Uttanlands

Søguliga lág valluttøka í Fraklandi

Ein góður fjórðingur av fronsku veljarunum hildu seg heima í gjár, tá Emmanuel Macron varð afturvaldur til forseta

Valplakatir í Fraklandi (Mynd: EPA)

Valplakatir í Fraklandi (Mynd: EPA)

2022-04-25 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á forsetavalinum í Fraklandi í gjár varð Emmanuel Macron afturvaldur til forseta.

Og talan var um eitt val við søguliga lágari valluttøku.

Nú endaliga valluttøkan er uppgjørd, er greitt, at hon var tann lægsta í meira enn 50 ár. Seinast valluttøkan var so lág var á forsetavalinum í 1969.

Bert 71,9 prosent av teimum 48,7 milliónunum, sum høvdu valrætt í Fraklandi, møttu upp at greiða atkvøðu, meðan ein góður fjórðingur av veljarunum hildu seg heima.

Hetta kemur ikki óvart á greiningarfyritøkur, sum áðrenn valið høvdu mett, at millum 26 og 28 prosent av veljarunum fóru at halda seg heima.

Sambært DR var valluttøkan í gjár eisini nærum trý prosent lægri enn á seinasta vali í 2017, tá valluttøkan var 74,6 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder