Uttanlands

Søguliga lágt burðartal í Italia

Í løtuni búgva uml. 58,85 milliónir fólk í Italia, men mett verður at hetta talið er minkað niður í 47,7 milliónir í 2070

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-04-08 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Burðartalið í Italia var í fjør søguliga lágt.

392.600 børn vórðu fødd í Italia í 2022, nakað færri enn árið fyri, tá 400.249 børn vórðu fødd, og hetta er lægsta talið síðan 1861.

Síðan 2014 hevur fólkatalið í Italia verið minkandi. Síðan tá er fólkatalið minkað við 1,36 milliónum fólkum, ið svarar til fólkatalið í Milano, ið er næststørsti býur í landinum.

Í 2022 minkaði fólkatalið í Italia eisini við 179.000 niður í 58,85 milliónir. Fyri hvørji sjey børn, sum vórðu fødd, doyðu 12 fólk.

Ein orsøk til lága burðartalið er, at talið á kvinnum í burðardyggum aldri eisini minkar. Ein fjórðingur av fólkinum í Italia er eldri enn 65 ár, og seinastu 20 árini er talið á fólkum, sum gerast eldri enn 100 ár eisini trífaldað.

Sambært Reuters verður mett, at fólkatalið í Italia er komið niður á 54,2 milliónir í 2050 og niður á 47,7 milliónir í 2070.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder