Uttanlands

Søguliga nógv lendi í Fraklandi er brent

Talan er um 980 ferkilometrar tilsamans, sum nú liggja undir øsku

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-25 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan túsund ferkilometrar av lendi eru brendir orsaka av náttúrueldum í Fraklandi hesa seinastu tíðina.

Hetta er søguligt met, sigur franski innanríkisráðharrin, Laurent Nunez, sambært fronsku AFP tíðindastovuni.

Nágreiniliga 980 fer kilometrar eru brendir. Hetta er meira enn Streymoy, Eysturoy og Vágar tilsamans.

Eldarnir herja í útsynningspartinum av Fraklandi, og hava verið orsøk til at fólk í tíggjutúsundatali eru flutt burtur. Samlaða talið av burturfluttum fólki er í løtuni 167.000, sigur franski innanríkisráðharrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder