Í 1928 var Tvøroyrar kommuna at tendra jólatræ fyri borgarum. Tað merkir, at í samfull 95 ár hava borgarar í Tvøroyrar kommunu, og onnur, ið vitja býin tá, havt gleðina av at hava eitt vakurt prýtt jólatræ standandi í miðbýnum.
Tvøroyrar kommuna hevði árið framman undan, í 1927, keypt gomlu Doktarahúsini, tá doktarin flutti út í Kirkjubrekkuna. Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at stutt eftir at Tvøroyri hevði fingið streym úr Botni í 1928, bleiv skipað fyri almennum jólatræshaldi – longu tá við el-perum á trænum, eins og í dag.
Hesar upplýsingar koma av Tvøroyrar skjalasavni. Nú sunnudagin, 26. november, verður jólatræðið á Tvøroyri tendrað á júst sama staði sum í 1928.
Tað verður formaðurin í mentanarnevndini, Bjarni Hammer, ið bjóðar vælkomin og nýggi sóknarpresturin, Hanus Pál Jógvansson, heldur røðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald