Grønlandska landsstýrið og danska stjórnin eru komin ásamt um, at søguligu viðurskiftini millum Grønland og Danmark skulu granskast. Tveir grønlendskir granskarar skulu standa fyri granskingini. Tey eru Daniel Thorleifsen, stjóri á Grønlendska Tjóðarsavninum, og Tenna Jensen, depilsleiðari á Grønlandska Universitetinum.
Endamálið við granskingini er at greina tær mest týðandi avgerðirnar og hendingarnar, sum hava myndað gongdina við nútímansgerðingini av Grønlandi og avleiðingarnar fyri grønlendska fólkið.
Greiningin skal fevna um mál og hendingar í tíðini eftir Anna Heimsbardaga til í dag, sum danskir myndugleikar hava verið partur av. Tað kunnu til dømis vera mál sum sonevnda føðistaðkravið, ið gjørdi mun á dønum og grønlendingum, avtøkan av grønlendskum búplássum og grønlendsk børn, ið vórðu send til Danmarkar.
Granskingarverkætlanin fer væntandi at taka 5 ár. Danmark skal gjalda 45 mió. kr. til søguligu granskingina av viðurskiftunum millum Grønland og Danmark.
Til ber at lesa meira um verkætlanina á á heimasíðuni hjá Uddannelses- og Forskningsministeriet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald