2019-09-27 10:06
Í gjár var reisigildi á Toftum, tá eitt stórt stig í fyrstu íbúðarbygning í Nes kommunu gjørdist veruleiki.
Tveir íbúðarbygningar hjá Bústaðir skulu gerast, og nú er tann fyrri reistur. 10 íbúðir verða í bygninginum, og Nes Kommuna skrivar, at um fimm vikur verður farið undir at seta elementir til tann seinna bygningin upp. Í honum verða 8 íbúðir.
Væntandi verður reisti bygningurin liðugur til jóla í 2020 og hin seinni á sumri 2021.
Byggivirkið KBH av Toftum stendur fyri byggingini. Falkon av Saltnesi hevur gjørt økið byggibúgvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald